Skifta skorsteinin á Hagaleiti

Skifta skorsteinin á Hagaleiti
Gamli skorsteinurin á brennistøðini hjá IRF í Leirvík verður nú tikin niður. Hann er 58 metrar høgur
 
19.03.2018 - 18:24

Brennistøðin er í løtuni í gongd við at gera umfatandi umbyggingar. Gamli ketilin, sum er næstan 30 ára gamal, verður skiftur og nýggjur kemur ístaðin. Nýggi ketilin brennur ruskið skjótari, enn tann gamli.

Nýggi skorsteinurin, sum skal setast upp, verður bara 33 metrar høgur. Ikki er neyðugt við so høgum skorsteini longur, tí royk-reinsiskipanin, sum IRF hevur í dag, er so góð.

Seinni í ár verður farið undir at byggja nýggja móttøkuhøll, sum skal betra møguleikarnar at skilja burturkastið. Umbyggingarnar á Hagaleiti kosta 70 til 80 mió krónur. Arbeiðið verður liðugt næsta summar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109