Runavíkar Kommuna finst at miðsavningarætlan

Runavíkar Kommuna finst at miðsavningarætlan
Runavíkar Kommuna finst hvassliga at leistinum, har allur inn- og útflutningur í landinum skal flytast um bryggjukant hjá Tórshavnar Kommunu.
 
08.03.2018 - 10:37

- Ráðandi miðsavningarætlanin hjá flutningsfeløgunum gjørdi, at allur inn- og útflutningur í landinum skuldi um bryggjukant í Tórshavnar Kommunu, eini kommunu sum ikki framleiðir eitt gramm til útflutnings. Tað kom at merkjast kring alt landið.

Soleiðis skrivar Runavíkar Kommuna á heimasíðuni, nú roknskapartølini fyri Runavíkar Havn verða løgd fram. Kommunan sipar til inntøkurnar frá havna-, brúgva- og vørugjøldum, sum í nógv størstan mun koma Tórshavnar Havn til góðar.

- Ongin hevði mansmót til at steðga hesi tilvild, og eftir øllum at døma finst hetta dirvið framvegis ikki í almennum ella kommunalum regi, skrivar Runavíkar Kommuna á heimasíðuni.

Hóast kommunan eftirlýsir eitt javnari býti av inntøkunum frá inn- og útflutningi, so gjørdist 2017 besta árið hjá Runavíkar Havn higartil.

Inntøkurnar hjá Runavíkar Havn vóru í fjør 19 milliónir krónur, tað eru tríggjar milliónir meira enn árið fyri.

Runavíkar Havn verður í hesum døgum bygt út. Ein 220 metrar langur bryggjukantur við 12 metra dýpi skal gerast, og íløgan er mett at kosta millum 40 og 45 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308