Brennistøðin á Hagaleiti stongd

Brennistøðin á Hagaleiti stongd
Næstu 10 vikurnar er brennistøðin á Hagaleiti í Leirvík stongd, tí umvælingar skulu gerst.
Mynd: IRF.fo  
 
28.02.2018 - 09:19

Hesa tíðina verður alt innsavnað rusk ballað í rusk-ballimaskinu.

Og her eru serstakar reglur galdandi á Brennistøðini og á endurnýtsluplássunum kring landið, skrivar IRF á heimasíðu síni.

Burturkast at brenna má ikki vera longri enn ein metur, tí ikki ber til at balla rusk, ið er størri enn hetta. Sum dømi kunnu nevnast rør og tílíkt.

Leivdir av nótum, gørnum og tílíkum mugu ikki latast saman við tí, sum skal brennast, tí tað fløkist í ballimaskinuni. Tað skal latast til endurnýtslu og ikki til at brenna. 

Hesar 10 vikurnar tekur IRF ikki ímóti lívrunnum burturkasti, tí ikki ber til at balla tað.

Og heldur ikki verður tikið ímóti máling, meðan støðin verður umvæld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109