Ringast við skaðum norðanfyri

Ringast við skaðum norðanfyri
Illveðrið ger um seg kring alt landið, men serliga har norðuri verður boðað frá vindskaðum til løgregluna
 
07.12.2017 - 09:20

Løgreglan hevur fingið fráboðan um skaðar - serliga norðanfyri. John Martin Olsen, vaktleiðari á politstøðuni, fortaldi í tíðindunum í morgun, at løgreglan hevur móttikið umleið 30 fráboðanir um vindskaðar. 

Serliga er tað norðanfyri, at illveðrið ger um seg - serstakliga í Norðragøtu og Fuglafirði. 

Talan er bara um evnisligar skaðar, og eingin fólkaskaði er fráboðaður. 

Løgreglan heitir eisini á fólk um at royna at steðga leysum lutum, sum flúgva uttanfyri. 

- Eg vil gjarna heita á fólk, sum síggja okkurt flúgva leyst uttanfyri, um at royna at herberga hesum sjálvi og leggja grót oman yvir, sigur John Martin Olsen og greiðir frá, at lutirnir sum oftast eru vekk, tá løgreglan kemur á staði. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008