Framvegis illveður men batnað nakað

Framvegis illveður men batnað nakað
Illveðrið hevur gjørt nógv um seg, og politistøðin í Havn hevur fingið einar 130 fráboðanir um skaðar síðani kl. 6 í morgun.
 
07.12.2017 - 17:21

Mett verður at umleið tríggir fjórðingar av skaðunum eru í Norðragøtu, har veðrið hevur verið so ringt sum sjáldan fyrr.

Skaðarnir standast av, at ein skúrur og eitt neyst fóru í luftina í nógva vindinum og elvdu síðani til nógvar skaðar.

Veðurváninar:

Upp í kolandi storm  av norði, í hvirlunum upp í ódn. Í kvøld minkandi niður í skrið av norði ella útnyrðingi, í hvirlunum upp í hvassan storm við strongum hvirlum.

Ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin verður ml. frostmarkið og 3 stig. Í nátt um frostmarkið.


Í morgin:

10-15 m/s norðan ella av útnyðringi, framvegis við strongum hvirlum. Kavi ella heglingsælingur. Hitin verður ml. 2 kuldastig og 3 hitas

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. januar
Morgunlestur mikudagur 15. januar 2025
186260
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205