Politiið heitir á bilførarar um at ansa sær

Politiið heitir á bilførarar um at ansa sær
Boðað verður frá ringum veðri í nátt og í morgin við nógvum vindi. Politiið og Landsverk heita á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni
 
06.12.2017 - 15:24

Nú boðað verður frá so ringum veðri í nátt og í morgin við nógvum vindi og eisini kavaavfalli, heita Politiið og Landsverk í felag á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni.

Roknast kann við, at summir vegir verða stongdir longu fyrrapartin í morgin. Mælt verður tí til at fylgja væl við í miðlunum, hvat sagt verður um veðrið og koyrilíkindini, siga politiið og Landsverk í felags fráboðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109