Óseriøst at tingast í miðlunum

Óseriøst at tingast í miðlunum
Poul Michelsen, landsstýrismaður, heldur lítið um, at Miðflokkurin greiðir frá tí, sum tey hava tingast við samgonguflokkarnar um í miðlunum
 
19.11.2017 - 18:23

- Mær dámar ikki, at tingingar av tí slagnum, sum eru í løtuni, fara fram í miðlunum. Tað tykist ikki serliga seriøst, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður og formaður í Framsókn.

Boðini koma eftir, at Jenis av Rana í útvarpstíðindunum klokkan tvey í dag greiddi frá fundinum, sum hevði verið millum samgonguna og so teir báðar tinglimirnar hjá Miðflokkinum.

Poul Michelsen luttók ikki sjálvur á fundinum, tí hann skuldi av landinum tíðliga í morgun. Tí vóru tað Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal, løgmaður og varaløgmaður, sum tingaðust við Jenis av Rana og Bill Justinussen.

Poul Michelsen sigur seg tó hava tosað við bæði Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal í dag um fundin í nátt, men hevur ikki stórvegis viðmerkingar annars. 

- Eg rokni við, at vit tosa saman aftur í annaðkvøld, tá eg eri í landinum aftur, sigur hann.

Og so ger Poul Michelsen eisini greitt, at tær avtalur, sum eru gjørdar við Sjálvstýri um pensjónsnýskipan og fíggjarlóg ætlar hann sær at halda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109