Semingsroyndin heldur fram

Semingsroyndin heldur fram
Klokkan 10 fyrrapartin fóru partarnir á fund við semingsmannin, Terja Sigurðsson, at samráðast víðari um nýggjan sáttmála
 
17.11.2017 - 13:08

Semingsroyndin, sum byrjaði í gjár, heldur  fram í dag, nú verkfallið hjá Sjúkrarøktarfrøðingunum fer inn í triðju vikuna. 

Klokkan 10 fyrrapartin fóru partarnir á fund við semingsmannin, Terja Sigurðsson, at samráðast víðari um nýggjan sáttmála.

Samráðingarnar eru á Hotel Føroyum. Hóast ymisk útspæl frá partunum, so er einki semingsuppskot komið enn.  

- Tað er ikki eitt semingsuppskot gjørt. Arbeiðshátturin er, at partarnir hava roynt at nærkast hvørjum øðrum við ymiskum útspælum, og tað er tað, sum er í gongd enn, sigur Terje Sigurðsson.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur ynskt hægri løn, og ósemjan snýr seg sostatt um lønina hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sigur hann og leggur afturat, at í løtuni er tilgongdin góð.

- Vit eru í einari góðari tilgongd í løtuni, og so kann man bara at vóna tað, at tað førir á mál.

Partarnir møtast aftur klokkan 13.30. Um partarnir kunnu semjast, er ikki neyðugt við einum semingsuppskotið frá semingsmanninum, sum er bjartskygdur um støðuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114