Skjóta upp at leingja lógina tvey ár

bannari
Skjóta upp at leingja lógina tvey ár
Uppskotið hjá Miðflokkinum um at leingja lógina um vinnuligan fiskiskap til 2020, er nú komið í tingið
Miðflokkurin heldur, at óvissan í fiskivinnuni er vorðin ov stór, og tí eigur lógin um vinnuligan fiskiskap at verða longd
 
04.08.2017 - 09:32

Galdandi lóg fer úr gildi 1. januar 2018, men Miðflokkurin skjýtur upp at leingja hana tvey ár.

Flokkurin heldur, at óvissan um fiskivinnunýskipanina køvir framburðin í fiskivinnuni, og fær reiðarar og vinnulívsleiðarar at repa seglini.

- Hóast serliga farna og núverandi samgonga hava havt sum greitt mál, og hava lagt nógv arbeiði í, at nýggj skipan skuldi verða liðug, tá gamla leggur árar inn, so hevur tað ikki eydnast, og nú má tíðin metast at vera farin frá okkum. 

Time out

Serliga vinnulívið hevur tørv á einum "time out", eini tíð, har vinnan, bæði á sjógvi og landi, fær møguleika at seta kós aftur, uttan at hava ivasamar broytingar hangandi yvir sær sum eina hóttan, sigur Miðflokkurin í viðmerkingum til uppskotið.

Ein steðgur fer at geva vinnuni frið og stundir, sum krevjast at leggja framtíðarætlanir fyri fiskivinnuna. 

Og hetta gevur eisini politisku flokkunum neyðuga skotbráið at finna eina breiða semju fyri einum nýggjum fiskivinnuuppskoti, sigur Miðflokkurin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948