Vil ikki stytta veiðitíðina so nógv sum landsstýrið vil

Vil ikki stytta veiðitíðina so nógv sum landsstýrið vil
Vinnunevndin heldur ikki, at tíðarskeiðið, loyvt er at drepa lunda, lomvigu og álku, skal styttast 20 dagar
Lomviga.
 
25.04.2025 - 14:02

Vinnunevndin heldur ikki, at tíðarskeiðið, loyvt er at drepa lunda, lomvigu og álku, skal styttast 20 dagar.

Landsstýrið ætlar at stytta tíðarskeiðið, sum nú er frá 1. oktober til 20. januar.

Styttingin er, at veiðitíðin skal vera frá 20. oktober til 31. desember. Styttingin er 39 dagar,

Men vinnunevndin vil halda fast um 20. januar.

Nevndin heldur, at skerjingin í fyrra enda, frá 20. oktober til 1. oktober, er nóg stórt inntriv.

Nevndin hevur viðgjørt uppskotið hjá Høgna Hoydal, sum var landsstýrismaður, um at broyta lógina um fuglaveiðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948