- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fullan stuðul úr Grønlandi um samráðingarrætt

Í yvirlýsing sigur Medieforbundet í Grønlandi, TP, millum annað at, tað kann als ikki góðtakast, at journalistar og miðlafólk í Kringvapi Føroya ikki fáa samráðingarrættin, - ein grundleggjandi fakligur rættur, sum øll onnur miðlafólk í Ríkisfelagsskapinum hava havt í fleiri ár. Felagið heitir tí á landsstýrið um at viðurkenna og virða rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg við egnum sáttmála.
Føroysk Miðlafólk hevur stevnt landsstýrinum, sum ikki vil viðurkenna samráðingarrætt felagsins. Stevningin varð fráboðað eftir úrslitaleysan fund við løgmann og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum mikudagin 2. apríl og formliga latin Føroya Rætti mándagin 7. apríl. Kravið í stevningini er, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna, at Føroysk Miðlafólk er eitt felag við avtalu- og samráðingarrætti fyri miðlafólk á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.
Prinsippmál
Málið er rættuliga prinsipielt fyri Føroysk Miðlafólk. Tað snýr seg um heilt grundleggjandi rættindi, at eitt yrki hevur rætt til at verða umboðað av sínum yrkisfelag. Politiska valdið í øllum grannalondum okkara hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í teirra almennu public service-fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála. Tí eru tað norðurlendsku fakfeløgini fyri miðlafólk, sum samráðast um sáttmálan fyri miðlafólkini í DR, NRK, SVT/Sveriges Radio, YLE, RUV og KNR.
Øll fakfeløgini fyri miðlafólk í Norðurlondum stuðla kravinum hjá Føroyskum Miðlafólkum um samráðingarrættin fyri Kringvarpið. Tað var longu gjørt í felags yvirlýsing frá Nordisk Journalistforbund 25. november 2024.
Føroysk Miðlafólk hava einki frætt aftur frá landsstýrinum, síðani stevningin varð fráboðað og síðani latin Føroya Rætti.