Miðnám og sjúkrahús fáa fleiri pengar. Koltur fær færri

Miðnám og sjúkrahús fáa fleiri pengar. Koltur fær færri
Miðnám á Kambsdali og Suðuroyar sjúkrahús fáa meira og Koltursætlanin fær minni
Koltur fær færri pengar til tyrlupall.
 
25.04.2025 - 09:51

Miðnám á Kambsdali og Suðuroyar sjúkrahús fáa meira og Koltursætlanin fær minni.

Tað er úrslitið, nú fíggjarnevndin hevur skrivað álit um uppskot um eykajáttanarlóg hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu.

Landsstýrið ætlaði at lata Miðnámi á Kambsdali 2,7 mió. kr.

Fíggjarnevndin leggur 400.000 kr. aftrat.

Suðuroyar sjúkrahús skuldi fáa hálva aðru millión. Fíggjarnevndin leggur hálva millión aftrat.

Men so røkkur gávamildnin hjá nevndini ikki longri.

Tí Koltursætlanin missir 300.000 kr. og fer niður í 600.000 kr.  

Tyrlupallur

Pengarnir skulu brúkast til tyrlupall í Koltri. 

Fíggjarnevndin hevur fingið at vita, at arbeiðið við tyrlupallinum er ikki bara bara.

Nógvir myndugleikar skulu góðkenna arbeiðið. 

Arbeiðið verður tó væntandi liðugt komandi summar, stendur í álitinum hjá Fíggjarnevndini.

Suðuroyar sjúkrahús skal brúka pengar til nýggja sáttmálan hjá sjúkrarøktarfrøðingum og til at útbúgva  anæstesi sjúkrarøktarfrøðingar, anæstesiologi er doyvingarfrøði.

Og Miðnám á Kambsdali skal brúka pengar til innbúgv og útgerð.

Fíggjarnevndin letur 400.000 kr. til list, tí hon er ikki í uppskotinum hjá landsstýrinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948