Størri innflutningur í ár

Størri innflutningur í ár
Innflutningurin fyrsta ársfjórðing var eina milliard og 850.milliónir kr.
Seinastu árini er innflutningurin av byggitilfari nógv vaksin, men fyrsta ársfjórðing í ár er ein lítil minking
 
19.05.2017 - 08:49

Innflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár vaks 24 prosent samanborið við somu tíð í fjør, ella 353 milliónir kr. 

Innflutningurin fyrstu tríggjar mánaðirnar var ein milliard og 850 milliónir krónur, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Verða skip og flogfør ikki tald við, vaks innflutningurin 17 prosent.

Fleiri skip eru komin í flotan í ár, men vit hava eisini innflutt meira brennievni.

Meira er innflutt av rávøru til fiskavirking. Vøksturin er góðar 50 milliónir kr. ella 65 prosent.

Seinastu árini er innflutningurin av byggitilfari nógv vaksin, men fyrsta ársfjórðing í ár er ein lítil minking.

Innflutningurin av akførum er eisini vaksin seinastu árini, og har er framvegis stórur vøkstur, sigur Hagstovan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114