Málið um limaskapin útsett til í heyst

Málið um limaskapin útsett til í heyst
Norðurlandaráðið hevur havt fund í Stokkhólmi í vikuni
 
05.04.2017 - 09:00

Á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, sum verður í Helsinki 30.oktober til 2.november, verður avgjørt, hvussu luturin hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi, sum verða kallað tey sjálvstýrandi økini, kann mennast í norðurlendska samstarvinum í Norðurlandaráðnum og ráðharraráðnum.

Tað verður upplýst eftir fundin hjá Norðurlandaráðnum í Stokkhólmi nú í vikuni.

Løgfrøðiliga kunnu Føroyar, sum aftur í fjør søktu um fullan limaskap, ikki fáa hann, tí danska grundlógin forðar Føroyum í at gera avtalur við altjóða felagsskapir eins og Helsingforssáttmálan er. Hann er grundlógin hjá norðurlendska samstarvinum. 

Fáa ikki sjálvstøðugan limaskap

Bara sjálvstøðugir statir kunnu vera við í Helsingforssáttmálanum.

Hetta er væl og virðiliga kannað, sigur Britt Lundberg, forseti í Norðurlandaráðnum.

Men onnur viðurskifti skulu kannast, sigur hon, fyri at vita, hvussu luturin hjá sjálvstýrandi økjunum kann mennast innan fyri løgfrøðiligu karmarnar. 

Samstundis verður endurmett, hvussu væl norðurlendska samstarvið hevur megnað at hildið reglurnar, sum stýra lutinum hjá sjálvstýrandi økjunum í norðurlendska samstarvinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109