- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava skrivað undir avtalu um grót úr tunlinum

Nes kommuna og Runavíkar kommuna skrivaðu í gjár undir avtalu við partafelagið Eysturoyar- og Sandoyartunnilin um sín part av grótinum úr Eysturoyartunlinum.
Umleið 409.000 rúmmetrar av gróti skulu býtast millum tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin.
Sjóvar kommuna fær 20 prosent, Nes kommuna 22 prosent og Runavíkar kommuna 58 prosent av grótinum.
Skjóta fyrsta dagin
Fyrsta dagin verður fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum latið av á Strondum, og í gjár skrivaðu Nes- og Runavíkar kommuna undir sáttmála við tunnilsfelagið um tann partin, sum skal siglast yvir um fjørðin.
Avtalan er treytað av, at býráðið í Runavík tekur undir við sáttmálanum, sigur Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Kommunan hevur fingið øll myndugleika- og umhvørvisloyvi til at herberga sínum parti av grótinum úr Eysturoyartunlinum.