Farið ikki út!

Farið ikki út!
Politi, sløkkiliðsfólk og bjargingarfólk mæla fólki frá at fara út, serliga nú tað er vorðið myrkt.
Ódnin herjar um alt landið, og fólk verða biðin um at vera inni.
 
25.12.2016 - 16:10

Nógv fýkur í vindinum og í myrkri sæst tað ikki.  Á Kambsdali er bygningurin hjá K J Hydraulikki farin út á vegin, og takið á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík er farið av.

Mælt verður fólki til at vera inni, meðan ódnin leikar í.

Á Velbastað eru rútar farnir av fúkandi steinum. Og har er eitt neyst eisini farið.

Fólk siga seg ikki minnast verri veður, og samanbera við jólaódnina í 1988.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109