Ikki nevndin sum kærdi

Ikki nevndin sum kærdi
Tað vóru einstakir nevndarlimir, ið kærdu avgerðina hjá Skráseting Føroya um formansvalið, og ikki nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna
 
11.03.2016 - 11:01

Meirilutin í nevndini, Arne D. Brattaberg, Ingeborg Godtfred og Annika Waag, vildu ikki kæra avgerðina hjá Skrásetingini um, at formansvalið skuldi viðgerast av nýggjum.

Lutakast skuldi vera um formanssessin. Men av tí at hinir nevndarlimirnir hava rætt til at kæra sum einstaklingar, verður avgerðin hjá Skrásetingini kortini kærd.

Bæði Gunnar í Liða, fyrrverandi formaður fyri Ognaðarfelag Tryggingartakaranna og Jákup Egholm fyrrverandi næstformaður ivaðust.

Tríggir nevndarlimir kærdu

Ivamálið var um niðurstøðan hjá Skráseting Føroya, um at formannsvalið hjá nevndini skuldi ganga um, skuldi kærast, tá nevndin helt sín fyrsta fund eftir niðurstøðuna hjá Skrásetingini.

Men tá lutakastið varð avgreitt, og nýggi formaðurin funnin, avgjørdu Gunnar í Liða, Jákup Egholm Hansen og Jan Müller at kæra málið.

Sambært fundarfrásøgnini, sigur Gunnar í Liða áðrenn lutakastið, at hann hevur onga meining um málið skal kærast.

SÍ EISINI Kunnu koma í somu støðu aftur

Jákup Egholm Hansen, heldur hinvegin, at tað er eitt so principielt mál, um formaðurin í nevndini framyvir skal veljast við lutakasti, at málið má kærast.

Tó, sigur Jákup Egholm Hansen, kann nevndin semjast um formannskapin á hesum sinni - altso at hann sjálvur framhaldandi verður næstformaður og Gunnar í Liða verður formaður.

So kann Jákup Egholm Hansen liva við, at málið ikki verður kært, og at formenn í framtíðini skulu finnast við lutakasti, um nevndin ikki kann semjast.

Eingin formaður í nakrar dagar

Tað vilja tey trý, Annika Waag, Ingeborg Godtfred og Arne Brattaberg ikki, og tískil varð kastað lut. Hetta hendi tó ikki á fyrsta nevndarfundi eftir at nevndin fekk niðurstøðuna hjá Skrásetingini.

Felagið var uttan formann í nakrar dagar, tí fleiri av nevndarlimunum vildu hugsa seg um, áðrenn kastað var lut um, hvør skuldi vera formaður.

Fundurin varð lokin og tikin uppaftur tann 29. februar. Ognarfelag Tryggingartakaranna var sostatt uttan formann í eina viku. Fyrsta punkt á fundinum tann 29. februar var val av formanni, har Arne Brattaberg vann lutakastið.

Kendi seg ikki tryggan við formansskapin

Jákup Egholm Hansen kendi seg ikki tryggan við nýggja formansskapin og valdi at siga næstformanssessin frá sær. Ístaðin varð Ingeborg Godtfred vald til næstforkvinnu.

Nýggi formannskapurin, sum nú taldi meirlutan við Arna Brattaberg, Ingeborg Godtfred og Anniku Waag vildi ikki kæra niðurstøðuna hjá Skrásetingini.

Nevndarlimirnir kunnu tó kæra sum einstaklingar og endin gjørdist, at Gunnar í Liða, Jákup Egholm Hansen og Jan Muller valdu at kæra niðurstøðuna hjá skrásetingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982