Uppsjóvarvirkini fáa mest úr skipanini

Uppsjóvarvirkini fáa mest úr skipanini
Uppsjóvarvirkini eiga nógv tann størsta partin av pengunum, sum fara úr Fiskavirkisskipanini hjá ALS
Fiskavirkisskipanin rindaði í 2015 27 milliónir krónur fyri 330.466 tímar, sum virkini ikki høvdu arbeiði til fólkið, tí eingin fiskur var at arbeiða
 
23.02.2016 - 13:51

Í fjør rindaði fiskavirkisskipanin 27 milliónir krónur fyri 330.466 tímar, sum virkini ikki høvdu arbeiði til fólkið, tí eingin fiskur var at arbeiða.

Fólk á teimum trimum uppsjóvarvirkjunum fingu góðar 10,7 milliónir av teimum 27. Havsbrún er eisini í yvirlitinum.

Fólk, sum arbeiða hjá Havsbrún, fingu slakar 240.000 kr. úr fiskavirkisskipanini í fjør. Verður Bakkafrost tikið við, fer helvtin av útgjaldinum til fólk, sum arbeiða á uppsjóvarvirkjum ella í alivinnuni.

34 fiskavirki eru í yvirlitinum hjá ALS fyri 2015. Ovast eru Varðin Pelagic og Faroe Pelagic. Síðani kemur Bakkafrost Processing og so Pelagos.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109