Tollvaldið tók ímóti skipinum

Tollvaldið tók ímóti skipinum
Brimil og ein gummibátur lógu fyri Ågot í Kalsoyarfirði, tá línuskipið kom aftur á Klaksvík eftir fiskiskap leygarkvøldið
Tollvaldið gjørdi regluligt eftirlit umborð á Ågot, tá línuskipið kom á Klaksvík leygarkvøldið. Einki varð tó funnið
Mynd: Beinta Løwe  
 
22.02.2016 - 16:26

Umborð vóru tollarar, løgregla og hundar. Jens Christian Olsen, deildarleiðari hjá TAKS, sigur, at talan var um regluligt eftirlit við skipum.

Eftirlit verður gjørt, tá skip hava verið í útlendskari havn, har leitað verður eftir vøru, sum ikki er loyvd at innflyta.

Funnu einki

Tá reglulig eftirlit verða gjørd, verður eitt nú leitað eftir rúsevnum, og eftir vørum, sum til dømis rúsdrekka, ið skal tollast, áðrenn vøran verður tikið við í land.

Tað var tollvaldið, sum hevði sent boð eftir løgregluni, at vera tøk, um nakað varð funnið á skipinum, sigur Jens Christian Olsen hjá TAKS.

Sambært Norðlýsinum fann tollvaldið einki tá eftirlitið varð gjørt. Ågot hevði fiskað góð 270 tons, og 14 mans vóru við hendan túrin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109