Leita enn eftir flogfari

Leita enn eftir flogfari
Atlantic Airways hevur ikki enn funnið egnað flogfar at brúka til Norðurleiðina hjá felagnum, tað er flúgvingin til Íslands, Noregs og Skotlands
Atlantic Airways leitar enn eftir einum nýggjum flogfari, ið er egnað at brúka til Norðurleiðina, ið er flúgvingin til Íslands, Noregs og Skotlands
 
17.02.2016 - 10:07

Tá framtíðarætlanin hjá flogfelagnum varð kunngjørd í fjør summar, var sagt, at ætlanin var at fáa minni flogfar til Norðurleiðina, tá har eru ofta ov fá ferðafólk til Airbus-flogførini.

Men enn er einki flogfar, sum er egnað til føroyaflúgving, funnið, varð upplýst á tíðindafundinum hjá Atlantic Airways í gjár.

SÍ EISINI Fáa triðja Airbussin um mánaðarskiftið

Í desember í ár fær Atlantic Airways har aftur ímóti eitt størri flogfar, ein Airbus 320, sum tekur 168 ferðafólk, 24 fleiri enn flogførini, felagið nú hevur.

Flogfarið hjá Atlantic Airways, sum fekk skaða á flogvøllinum í Vágum sunnudagin, er farið til Fraklands til umvælingar.

Meðan flogfarið er til umvælingar, hevur Atlantic Airways tikið flogfarið heim, sum fleyg fyri íslendska felagið WOW Air.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109