Hilnaðist væl hjá Klakki

Hilnaðist væl hjá Klakki
Klakkur hevði besta fiskiskapin á Flemish Cap í ár, nú føroysku línuskipini hava fiskað sína kvotu
Klakkur hevði besta fiskiskapin á Flemish Cap í ár. Sambært Vørn fekk Klakkur 760 tons
 
16.02.2016 - 16:21

Sambært Vørn fekk Klakkur 760 tons, Kambur 630, Eivind 560 og Ågot 400 tons. Skipini landaðu eina ferð i St. Pier, sum er fronsk havn.

Skipini eru nú øll á veg heim. Fiskurin, sum skipini hava landað St. Pierre, verður boðin út á øllum marknaðum, eisini í Føroyum.

Trolarar ein fjórðing av kvotuni

Í fjør kom millum ein triðing og helvt av tí, sum varð landað í St.Pierre, til virkingar í Føroyum. Tá fiskurin er landaður, verður hann skildur í støddir og pakkaður í bingjur.

Tað tekur millum tríggjar og fýra vikur at flyta fiskin úr St. Pierre til Føroya. Føroyska toskakvotan á Flemish Cap í ár er 3.114 tons.

Trolarar eiga ein fjórðing av kvotuni, 778 tons. Tveir trolarar hava boðað frá, at teir fara á Flemish Cap, Brestir og Sjagaklettur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109