Alarar sleppa ikki at innflyta heilivág

Alarar sleppa ikki at innflyta heilivág
Apoteksverkið varðveitir einkarrættin at selja heilivág til alivinnuna, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Havbúnaðarfelagið
Alivinnan sleppur ikki sjálv at innflyta heilivág, sigur landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg
 
16.02.2016 - 18:52

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, og skrivarin hjá Havbúnaðarfelagnum vóru á fundi við Sirið Stenberg tann 6. januar í ár.

Stjórin á Bakkafrosti og skrivarin hjá Havbúnaðarfelagnum vildu hava verandi skipan broytta, so Apoteksverkið ikki hevur einkarætt at selja alivinnuni heilivág.

SÍ EISINI Apoteksverkið hevði mist nógvan pening

Orsøkin var millum annað, at núverandi skipan skerjir kappingarførið, tí kappinarneytar uttanlands gjalda minni fyri heilivágin til alivinnuna. Men skipanin verður ikki broytt eftir ynski hjá Regini Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at Apoteksverkið strembar eftir støðugt kappinarførum prísum frá framleiðara. Tí verður tað sambært landsstýriskvinnuni ikki dýrari at keypa heilivág.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109