3.000 sjófólk mugu endurnýggja sjóvinnubrøvini

3.000 sjófólk mugu endurnýggja sjóvinnubrøvini
Fyri 1. januar 2017 skulu øll sjóvinnubrøv, sambært altjóða ásetingum, endurnýggjast. Tilsamans eru tey umleið 3.000 í tali
Sjóvinnustýrið skal endurnýggja útivið 3000 sjóvinnubrøv og viðurkenningarbrøv hjá føroyskum sjófólki næstu mánaðirnar
 
11.02.2016 - 10:31

Tað merkir, at Sjóvinnustýrið skal endurnýggja útivið 3.000 sjóvinnubrøv og viðurkenningarbrøv hjá føroyskum sjófólki næstu mánaðirnar.

Sjófólk, sum ikki hava endurnýggjað skjølini fyri nýggjár, sleppa ikki at mynsta fyrr enn alt er fingið í rættlag.

Stjórin í Sjóvinnustýrinum, Hans Johannes á Brúgv, heitir tí á sjófólk um at søkja um at endurnýggja brøvini beinanvegin.

- Um øll koma í seinastu løtu, klára vit ikki at avgreiða hetta, sigur Hans Johannes á Brúgv við vp.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109