- Ferðafólk skulu sjálvi gjalda fyri mat og drekka

- Ferðafólk skulu sjálvi gjalda fyri mat og drekka
Landsstýrismaðurin í vinnumálum heldur ikki, tað er uppgávan hjá Atlantic Airways at bjóða ferðafólkum á føroyarutuni ókeypis mat og drykkjuvørur
Tað er ikki uppgávan hjá Atlantic Airways at bjóða ókeypis mat og drekka umboð á flogførum felagsins, heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen
Mynd: Samansett mynd/kvf.fo  
 
10.02.2016 - 16:41

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Poul Michelsen, váttar nú, at hann er kunnaður um ætlanirnar hjá leiðsluni í Atlantsflogi, at steðga við at bjóða ókeypis mat og drekka umboð á flogførum felagsins.

Poul Michelsen fer at stuðla ætlanunum, verða tær veruleiki. Landsstýrismaðurin sigur við in.fo, at fólk mugu sleppa at velja, um tey ynskja ein bíligan ferðaseðil ella fáa eina máltíð íroknað.

SÍ EISINI Gjalda fyri flúgvarakenningina

- Eg haldi tað vera rætt, at tann sum njótir, hann rindar. Tað er eitt grundleggjandi liberalt sjónarmið, at rinda fyri tað, man fær, sigur Poul Michelsen við in.fo í dag.

Hvørki stjórin í Atlantsflogi ella nevndarformaðurin í felagnum vilja gera viðmerkingar um, hvørt ferðafólk í framtíðini fara at fáa ein máltíð og eitthvørt at drekka tá tey flúgva við felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109