Ikki fingið fiskiloyvi enn

Ikki fingið fiskiloyvi enn
Fríðborg, sum varð keypt og umbygd at royna eftir krabba, liggur í Havn. Hon hevur einki fiskiloyvi
Fríðborg, ið varð keypt og umbygd at royna eftir krabba, hevur einki fiskiloyvi, og liggur tí í Havn
 
09.02.2016 - 15:43

Fríðborg fekk í fjør vár tilsøgn um fiskiloyvi, men tað var við fyrivarni. Og tilsøgnin varð tikin aftur, tá fyrivarnið bleiv virkið.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at viðurskiftini millum føroyskar og russiskar myndugleikar og millum føroyskar og norskar myndugleikar um føroyska roynd eftir krabba í Barentshavinum eru ikki greið.

Tí vil landsstýrið ikki loyva Fríðborg í Smoguna eftir krabba, sum støðan er. Smogan í Barentshavinum er altjóða sjógvur.

SÍ EISINI Fara at fiska krabba í Smoguni

Men talan er um havrætt, og føroyskt skip kann ikki uttan nakað fara at royna eftir krabba í Smoguni, skilst á aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum.

Partafelagið Fríðborg í Havn, sum átti rækjutrolaran við sama navni, keypti í fjør eitt skip úr Íslandi. Skipið er síðani riggað til at fiska krabba.

Skipið gjørdi eina roynd á Ytra banka Føroyum í nakrar dagar í desember fyri at royna útgerðina. Annars er Fríðborg ongantíð farið til fiskiskap og liggur nú í Havn.

Reiðaríið hjá Fríðborg hevur onga viðmerking um Fríðborg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109