Vilja hava fríhandilsavtalu millum londini

Vilja hava fríhandilsavtalu millum londini
Føroyar, Grønland og Ísland skulu gera ein fríhandilsavtalu, heldur Útnorðurráðið, ið hevur biðið Løgtingið taka undir við tilráðingunum hjá ráðnum
Útnorðurráðið hevur biðið Løgtingið um at taka undir við tilráðingunum, sum ráðið samtykti í fjør, so Føroyar, Grønland og Ísland kunnu gera eina fríhandilsavtalu
 
22.01.2016 - 10:33

Útnorðurráðið skjýtur upp, at settur verður ein arbeiðsbólkur at kanna fyrimunir og vansar við eini fríhandilsavtalu og møguleikan fyri, at londini gera sínámillum handilsavtalur.

Ráðið hevur biðið Løgtingið um at taka undir við tilráðingunum, sum ráðið samtykti í fjør. Grønlendingar vilja ikki gerast partur av Hoyvíkssáttmálanum millum Føroyar og Ísland.

Grønland vil heldur gera sínámillum avtalu við Ísland og Føroyar ella eina nýggja fríhandilsavtalu, sum umfatar øll trý londini.

Útnorðurráðið mælir til, at arbeiðsbólkurin eisini kannar fyrimunur og vansar at skipa londini í útnorði sum eitt búskaparligt øki við teimum fýra frælsunum fyri vørur, tænastur, kapital og arbeiðsmegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109