Gott ár hjá Royal Greenland

Gott ár hjá Royal Greenland
Úrslitið hjá grønlendsku fyritøkuni Royal Greenland eftir skatt seinasta roknskaparár var 113 milliónir krónur
Tað gongur væl hjá stóru grønlendsku fyritøkuni Royal Greenland. Eginpeningurin er nú 1,3 milliardir krónur
 
19.01.2016 - 16:25

Tað gongur væl hjá stóru grønlendsku fyritøkuni Royal Greenland. Eginpeningurin er nú 1,3 milliardir krónur, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Sambært Royal Greenland er tað nýggja kósin um at verða heimsins størsta fyritøka av norðuratlantinskum sjógæti, serstakliga rækjum og kalva, sum hevur givið góða úrslitið.

Fiski- og útróðrarmenninir hava eisini fingið ágóða av úrslitinum, tí í fjør rindaði Royal Greenland 107 milliónir krónur meira fyri fiskin enn árið fyri.

Teir 1700 fiski og útróðrarmenninir, serstakliga teir, sum rógva við jollu, avreiddu fyri tilsamans 560 milliónir kr. til Royal Greenland í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109