Krøvini munandi strangari í Noregi

Krøvini munandi strangari í Noregi
Reglurnar um laksalýs í alivinnuni í Noregi eru fýra ferðir so strangar sum í Føroyum. Norðmenn skulu eisini telja lýsnar oftari enn føroyingar
Krøvini frá myndugleikum til alarar um laksalús eru nógv strangari í Noregi enn í Føroyum. Í Norra skal lús eisini teljast tvífalt so ofta sum í Føroyum
 
18.01.2016 - 14:28

Krøvini frá myndugleikum til alarar um laksalús eru nógv strangari í Noregi enn í Føroyum. Í Noregi kann bert 0,5 laksalús í miðal vera á hvørjum laksi, áðrenn lúsabasandi tiltøk skulu setast í verk.

Í Føroyum kunna í mesta lagi vera tvær kynsbúnar lýs í miðal á hvørjum laksi, áðrenn tiltøk skulu setast í verk til tess at basa lýsnum. Runt roknað eru 20 milliónir alilaksar í Føroyum.

Verður tað sett upp ímóti teimum 38 milliónum lýsnum, sum eru í ringunum kring landið, sæst, at tað eru í miðal 1,9 kynsbúnar lýs á hvørjum tí einasta laksi í landinum.

Telja lús tvífalt so ofta í Noregi

Núverandi talið av laksalús í Føroyum er sostatt knappar fýra ferðir so høgt, sum talið, ið norðmenn hava sett sum sítt hægstamark fyri, hvussu nógv lús kann vera á hvørjum fiski.

Í Norra skal lús eisini teljast tvífalt so ofta sum í Føroyum. Her er vanligt at telja fjúrtanda hvønn dag, men í Norra skulu tær teljast sjeynda hvønn dag.

Laksalús í stórum mongdum ávirkar bæði trivnaðin og heilsuna hjá laksi, og kann eisini verða deyðilig fyri fiskin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109