Fær fiskiloyvið í dag

Fær fiskiloyvið í dag
Asbjørn Senior fær fiskiloyvi í dag. Ein villa var í loyvinum, sum skipið fekk leygardagin
Ein villa var í loyvinum, sum Asbjørn Senior fekk leygardagin. Skipið fær fiskiloyvið í dag
 
18.01.2016 - 13:06

Í yvirskriftini í loyvinum var skipið í skeivum bólki. Leygardagin hevði Asbjørn Senior hjá Ocean Group Faroes í Vági føroyskt loyvi at fiska makrel.

Men í gjár hevði hann einki fiskiloyvi sambært heimasíðuni Teyggjuni, har sum øll fiskiloyvi eru skrásett. Asbjørn Senior er í bólkinum onnur skip.

SÍ EISINI Hevði fiskiloyvi í ein dag

Bólkurin hevur felagsmakrelkvotu, sum er 2.844 tons. Vørn upplýsir, at loyvið verður rættað, og Asbjørn Senior fær fiskiloyvið aftur í dag.

Hetta hevur ikki forðað skipinum í at loysa, tí Asbjørn Senior er ikki komin á listan hjá ES við føroyskum skipum, sum sleppa at fiska makrel í ES-sjógvi.

Asbjørn Senior sleppur at fiska av felagskvotuni hjá bólkinum øðrum skipum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109