Hægri løn og arbeiðstíðin má endurskoðast

Hægri løn og arbeiðstíðin má endurskoðast
Tað sigur Føroya Pedagogfelag í yvirlýsing eftir aðalfundin, sum var á Hotel Føroyum í gjár
Jógvan Philbrow, nýggjur formaður í Pedagogfelagnum
 
12.04.2015 - 09:29

Føroya Pedagogfelag sigur, at námsfrøðingar og námsfrøðilig hjálparfólk eru millum lægst løntu løntakarar í landinum, hóast tey hava ábyrgdina fyri lívsumstøðunum hjá børnum og teimum veikastu í samfelagnum.

Tað er stór andsøgn millum avrikini og ta ábyrgd, sum námsfrøðingar og hjálparfólk hava, og ynski hjá politikarum og og myndugleikum um inklusjón í námsfrøðina - og eitt inkluderandi samfelag annars, sigur felagið í yvirlýsingini. Vilja vit eitt samfelag, har øll hoyra til, og tryggar karmar fyri allar samfelagsbólkar, mugu karmarnir hjá námsfrøðingum og námsfrøðiligum hjálparfólkum betrast og tryggjast, sigur Føroya Pedagogfelag.

Pedagogfelagið fekk nýggjan formann á aðalfundinum í gjár. Stríðval var um formansessin, tí Jógvan Philbrow bjóðaði Maud Wang Hansen av. Jógvan Philbrow vann valið og er nýggjur formaður í Føroya Pedagogfelag.

Nýggj í nevndini eru eisini Gitta av Kák og Nikkil Heinesen, og nýggir tiltakslimir eru Sabina Poulsen, Barbara Mouritsen og Katrin Haraldsen.

Nýggja nevndin í Pedagogfelagnum

Nýggja nevndin í Pedagogfelagnum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109