Sjúkrarøktarfrøðingar vilja hava heilsupolitikk

Sjúkrarøktarfrøðingar vilja hava heilsupolitikk
Felagið sigur, at ófriðurin á heilsuøkinum elvir til ótryggleika á øllum trimum sjúkrahúsum
Óluva í Gong er forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
 
09.03.2015 - 15:28

- Neyðugt er at orða ein heilsupolitikk fyri Føroyar. Tað er vónleyst at skipa og stýra heilsuverkið, veitst tú ikki, hvørjum tú stýrir eftir. Eisini er altavgerandi fyri eitt vælvirkandi heilsuverk, at heilsuøkið fær neyðuga fígging.

Tað sigur felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hevur havt aðalfund um vikuskiftið.

Felagið sigur, at ófriðurin í heilsuøkinum seinastu tíðina elvir til ótryggleika á øllum trimum sjúkrahúsum, og politisku útmeldingarnar ørkymla limirnar. 

- Tað er trupult at fáa eyga á, hvar sparingar kunnu fremjast, uttan at tað fær ógvuliga neiliga ávirkan á arbeiðsumhvørvið og tænastuna til sjúklingarnar. Limir felagsins eru samdir um, at arbeiðsbyrðan støðugt økist og gera vart við, at vit eru ikki sinnað at góðtaka hetta longur, verður sagt í yvirlýsingini frá felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114