Kringvarpið kærir til landsrættin

Kringvarpið kærir til landsrættin
Kringvarpsstýrið hevur fund fríggjadagin um dómin í tollmálinum
 
25.02.2015 - 15:07

Kringvarpið fer at kæra dómin í Føroya Rætti til Landsrættin.

Tað sigur Dia Midjord, kringvarpsstjóri, eftir dómin í tollmálinum, har Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fekk viðhald. 

Aðrar viðmerkingar hevur kringvarpsstjórin ikki, áðrenn hann hevur tosað við sakføraran.

Sambært Rúna Heinesen, formanni í Kringvarpsstýrinum, er stýrið fyri Kringvarpið kallað saman at viðgera dómin. Fundurin í Kringvarpsstýrinum verður fríggjadagin.

Meira verður at frætta um hetta málið í tíðindasendingum seinni í dag. Eisini verður dómurin viðgjørdur í Radaranum, sum kemur eftir tíðindini klokkan 17.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823