Arbeiðsloysið er góð trý prosent

Arbeiðsloysið er góð trý prosent
Í januar var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 896 fólk, nøkur fá fleiri enn í desember og november í fjør, men 234 færri enn í januar í fjør
200 fleiri kvinnur enn menn eru arbeiðsleysar
 
24.02.2015 - 11:05

Arbeiðsloysið var eisini lítið fyrsta mánaðin í 2015, tað var 3,3 prosent sambært Hagstovuni.

Í januar var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 896 fólk, nøkur fá fleiri enn í desember og november í fjør, men 234 færri enn í januar í fjør.

Tá talið er árstíðarjavnað, ávirka til dømis afturvendandi sveiggini á arbeiðsmarknaðinum millum árstíðirnar ikki talið.

Tá arbeiðsloysið ikki er árstíðarjavnað, vóru 962 fólk arbeiðsleys í januar, ella 3,5 prosent. Tað eru 55 fleiri enn í desember í fjør. 

200 fleiri kvinnur enn menn eru arbeiðsleysar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823