- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandið:Útlendingar vælkomnir í fiskivinnuni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/0c7cc2f40c995f47045784436a20e44b.png?itok=-AZ-anLY)
Sambandsflokkurin vil hava útlendskar pengar í føroysku fiskivinnuni.
Flokkurin tekur undir við útlendskum ognarskapi og kapitali. Men treytin er, at myndugleikarnir í Føroyum hava eftirlit við útlendsku pengunum og ognarskapinum, og at fiskurin, virðisskapanin og førleikamenningin vera í Føroyum.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsflokins, í grein á heimasíðu floksins um ætlaðu nýskipanina í fiskivinnuni.
Samgongan hevur leingi arbeitt við tí, sum hon kallar nýskipan í fiskivinnuni, einari skipan, sum skal taka við 1.januar í 2018, tá øll galdandi veiðiloyvi fara úr gildi.
Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, segði fyrr í heyst, at nýskipanin verður liðug 1.februar næsta ár.
Nakað eftir
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at enn er eingin endalig politisk semja í samgongini. Partarnar hava sagt sína hugsan og viðgjørt tey mest týðandi málini, men enn er nakað eftir á mál.
Millum annað vil Sambandsflokkurin, at okkurt um 20 prosent av uppsjóvarfiskinum verða seld á uppboðssølu.
Sambandsflokkurin vil eisini hava trý til fimm ára umsitingarætlanir fyri fiskin, og at allur fiskur skal um føroyskan kaikant.
Hóast samgongan ikki lurtar eftir fiskifrøðingunum, tá fiskidagar verða ásettir, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at fiskidagaskipan elvir til ov stórt veiðitrýst á fiskastovnarnar.
Verulig nýskipan
Nakrir eygleiðarar hava sagt, at Fólkaflokkurin helst bara vil leingja verandi skipan eftir 1.januar í 2018.
Men sambært løgmanni er politiskt lagt upp til eina veruliga stigvísa nýskipan av fiskivinnuni, ikki bara dagføringar av verandi lóggávu.
Enn er samgongan ikki samd um nýggjan fiskivinnupolitikk, og andstøðan er ikki við í royndunum hjá samgonguni at gera fiskivinnunýskipan.
Løgmaður og formaður Sambandsfloksins nevnir ikki teir fýra andstøðuflokkarnar í sínari grein. Men hann sigur, at Sambandsflokkurin vil virka fyri, at gjørd verður ein breið politisk semja um eina fiskivinnunýskipan.