Tíðaravmarkað parkering í miðbýnum á Tvøroyri

Tíðaravmarkað parkering í miðbýnum á Tvøroyri
Í morgin kl. 8 verður sett í gildi 1 - 2 tímar sonu-parkering á parkeringsøkjunum við Sjógøtu og Tvørávegi
 
15.07.2014 - 10:52

Tvøroyrar kommuna ætlar, at bilførarar við ørindum í miðbýnum hava møguleika at seta bilin frá sær í stutt tíðarbil, so tætt handilsøkinum sum gjørligt. Yrkadagar er avmarkingin galdandi frá kl. 8 - 17 og leygardag frá  8 - 13.

Tíðaravmarking er tó ikki galdandi fyri parkeringsøki, ið liggja sindur frá høvuðsgøtuni.

Sostatt er framvegis møguligt hjá starvsfólkum at parkera rímiliga stutt frá arbeiðsplássunum, skrivar Tvøroyar Kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109