Skúlabarnakoyringin á Tvøroyri útbjóðað

Skúlabarnakoyringin á Tvøroyri útbjóðað
Koyringin verður útbjóðað fyri 5 ár í senn og nýggja skeiðið byrjar, tá skúlarnir byrjar aftur eftir summarfrítíðina í ár
Koyringin verður bjóðað út fyri 5 ár og nýggja skeiðið byrjar tá skúlarnir byrjar aftur eftir summarfrítíðina í ár
 
22.03.2014 - 16:06

Arbeiðið fevnir um alla dagliga skúlabarnakoyring í kommununi, sum í løtuni er 34 túrar um vikuna millum skúlan á Tvøroyri og skúlan í Trongisvági, har hvør túrur er umleið 3 kilometrar, OG 16 rundtúrar í kommuni um vikuna, - har hvør túrur eru um 20 kilometrar.

Koyringin verður bjóðað út fyri 5 ár og nýggja skeiðið byrjar tá skúlarnir byrjar aftur eftir summarfrítíðina í ár.

Krøv til bussin

Kravið til tann, sum fær koyringina, at hann skal kunna flyta 40 børn, at bussar, sum verða brúktir til skúlabarnaflutningin lúka øll galdandi trygdarkrøv og eru reinir og nossiligir.

Koyringin verður løgd til rættis í samráð við skúlaleiðsluna.

Evsta mark at lata inn tilboð er fríggjadagin 11. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109