Katrin Petersen í Vangamyndini í kvøld

Katrin Petersen í Vangamyndini í kvøld
Sandoyarverkætlanin skal skapa vøkstur og trivnað millum tey, sum longu búgva í Sandoynni og tey, sum kundu hugsað sær at flutt hagar
 
21.02.2014 - 13:57

Kommunurnar í Sandoynni hava tikið stig til ætlanina, landið hevur átikið sær ein part av kostnaðinum, og Katrin Petersen er sett at samskipa tiltøkini.

Verkætlanin hevur eitt ár á baki, og tí er nakað tíðliga at fregnast eftir úrslitum, men ein fortreyt hjá Sandoynni sær út til at fara at verða broytt, nú løgtingið í næstu viku fer at samtykkja at gera Sandoyartunnilin, sum væntandi verður liðugur í 2021.

Tí er spurningurin, um brúk er fyri Sandoyarverkætlanini, tá gott vegasamband verður millum Sandoynna og Suðurstreymoy.

Sjálv bíðar Katrin Petersen ikki eftir Sandoyartunnlinum. Hon hevur valt at búseta seg í Sandoynni við teimum umstøðum, sum har eru, íroknað tað at siglast skal um Skopunarfjørð. Tað skal ikki skiljast so, at Katrin ikki vil hava tunnilin, men at hon tilvitað hevur valt at venda aftur til heimbygdina at búseta seg.

Bogi Godtfred leggur til rættis Vangamyndina í Degi og Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109