- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bogi Bech Jensen professari á Fróðskaparsetrinum
Fróðskaparsetrið raðfestir varandi orku, og hevur sett Boga Bech Jensen, professara í starv í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini.
Bogi Bech Jensen er ættaður úr Havn, og hevur arbeitt á universiteti í Bretlandi og í Danmark.
SÍ EISINI Vangamyndin: Bogi Bech Jensen
Hann skal ganga á odda í arbeiðnum at menna granskingarumhvørvið, har granskingin skal vísa á burðardyggar møguleika fyri at minka um nýtsluna av fossilum bennievnum, og skal menna og samskipa hægri útbúgvingartilboð innan orku- og umhvørvisverkfrøði.
Statoil stuðlar
Statoil fíggjar partvíst starvið hjá Boga Bech Jensen.
Fróðskaparsetrið skrivar í tíðindaskrivi, at stuðulin frá Statoil ger tað møguligt at byggja upp nýggja fokusøkið munandi skjótari, enn tað hann hevði borið til at gjørt.