Beautyvarpið: Hví tosar tú so nógv enskt, by the way?

Beautyvarpið: Hví tosar tú so nógv enskt, by the way?
Heiðrik á Heygum, sum er gestur í Beautyvarpinum, skilir ikki, hví Pól Jóhannus Toftegaard Larsen brúkar so nógv ensk orð.
 
20.12.2023 - 09:49

Heiðrik á Heygum vitjar Beautyvarpið hesa ferð.

BV_HEIDRIK2

Teir báðir tosa eisini um "guilty pleasures". Meðan Heiðrik etur sunt, so er Pól Jóhannus meira ósunnur. Hann hevur ein veikleika fyri ísi - ella icecream, sum hann tekur til.

Hetta fær prátið til at snúgva seg um, hví summir føroyingar brúka so nógv ensk orð í sínum málburði.

"Hví tosar tú so nógv enskt, by the way?, spyr Heiðrik millum annað.

 

Heiðriki dámar feilir

Sum nakað nýtt sminkar gesturin ikki sær sjálvum. Í staðin hevur Pól Johannus fingið uppgávuna at sminka Heiðriki.

Heiðrik greiðir frá, hvat hann tekst við. Eitt nú arbeiðir hann við einum musical og einum filmi um happing umborð á skipum.

Smyrsl er eisini samrøðuevni.

"Eg eri ein sovorðin typa, sum dámar feilir. Mær dámar væl, at tú sært æðrar og sovorðið," sigur Heiðrik millum annað.

Homofobi er aftur eitt samrøðuevni í hesum partinum. Teir tosa um, at viðurskiftini eru batnað seinnu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947