Landsliðsspælari hevur verið undir skurð

Landsliðsspælari hevur verið undir skurð
Meinhard Egilsson Olsen er ivasamur til landsdystirnar í juni móti Georgia og Gibraltar
Meinhard E. Olsen í dysti móti Montenegro á útivølli í 2025
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
24.04.2025 - 13:26

Føroyski landsliðsspælarin í fótbólti, Meinhard Egilsson Olsen, er ivasamur til manslandsdystirnar í summar. Hann hevur verið undir skurð í vikuni og spælir ikki aftur fyri Kolding IF í hesum kappingarárinum.

- Eg sleit senuna í ringfingrinum. Læknarnar søgdu, at eg skuldi undir skurð innan tríggjar vikur eftir skaðan, um eg skuldi fáa allar førleikarnar í fingurin aftur. Tað gekk væl og læknarnar vænta, at eg fái allar førleikarnar aftur, men tað er ivasamt við landsliðnum, sigur Meinhard E. Olsen.

 

skaermbillede_2025-04-24_kl._13.27.43.png

Caption: 
Meinhard E. Olsen hevur verið undir skurð

 

Meinhard E. Olsen hevði ein álvarsligan knæskaða í 2023, men hevur síðani 2024 verið aftur á landsliðnum. Hann var eisini verið seinast, tá Føroyar taptu móti Kekkia og Montenegro. Hann skifti í vetur til danska Kolding IF. Hann hevur spælt níggju dystir síðani skifti. Kolding vann seg í uyppflytingarspælið, men hevur havt trupult við at bjóða um uppflyting.

Føroyar spæla 5. juni venjingardyst móti Georgia í Tblisi, og fýra dagar seinni móti Gibraltar á Tórsvølli. Landsliðið verður úttikið á tíðindafundi í Fótbóltssambandinum 26. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946