- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja Ovasavnið letur upp páskaaftan

Tað er tvey ár síðani, at fyrsti spakin varð settur í til nýggja Ovasavnið í Nólsoy. Og nógv er gjørt burturúr, sigur Thomas Joensen, ið er ein av teimum, ið hevur arbeitt við savninum.
Umframt bátin - Dianu Victoriu, sum Ove Joensen róði til Danmarkar við í 1986, verður ymiskt annað eisini at síggja á savninum, kafé verður í húsinum, samstundis sum Visit Tórshavn eisini fer at húsast í Ovasavninum.
Ovafagnaðurin leygardagin
Á fagnaðardegnum fyri Ova Joensen nú leygardagin, verður nógv á skránni. Børnini fáa høvið at fara á páskaeggjaveiðu, stovutónar við ymiskum tónleikarum verða í tíggju húsum, og dagurin endar um kvøldið við felagssangi, fyri bara at tríva í rúgvuna.
Umframt samrøðuna við Thomas Joensen eru eisini brot at hoyra frá 1986, tá Ove Joensen kom til Keypmannahavnar, og hetta kann hoyrast her: