- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treiskur ígongdsetari og granskari og empatiskur undirvísari

Ása Róin hevur starvast innan sjúkrarøkt alt sítt arbeiðslív. Í nógv ár sum undirvísari og vegleiðari á føroysku sjúkrarøktarútbúgvingini, og í dag sum lektari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Ása brennur fyri at menna sjúkrarøktarfakið, og tað hevur hon gjørt saman við øðrum í samband við vegleiðaraútbúgvingina til kliniskar vegleiðarar í sjúkrarøkt, ískoytisútbúgvingini til bachelor í sjúkrarøktarfrøði, og so hevur hon saman við øðrum ment masterútbúgvingina í heilsuvísindum á Setrinum.
Vinkonan og starvsfelagin Súsanna Mortensen lýsir Ásu sum millum annað empatiska, familjukæra og treiska, og hesir eginleikar hava verið góðir á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya:
- Hesir persónligu eginleikarnir hava gjørt, hon hevur verið sentral í menningini av sjúkrarøktarútbúgvingini og havt stóran týdning fyri útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum sum heild, sigur Súsanna.
Stórur heiður frá Novo Nordisk Grunninum
Fyri stuttumfekk Ása Róin, Marin Strøm og Annu Sofía Veyhe, lektarar á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, heiðursløn frá Novo Nordisk Grunninum fyri framúrskarandi undirvísing á masterútbúgvingin í heilsuvísindum á Setrinum, og fyri at hava ment hesa útbúgving. Heiðurslønin er tilsamans hálvonnur millión krónur, har tær persónliga fáa 25.000 krónur, meðan restin fer til Fróðskaparsetur Føroya at víðarimenna undirvísingina í heilsuvísindum.
Í grundgevingunum stendur millum annað, at tær við ágrýtni og fakligari dygd hava ment eina útbúgving, sum er rótfest í føroyska samfelagnum, og sum hevur skapt eitt livandi útbúgvingarumhvørvi, sum gevur lesandi møguleika at menna sín fakliga profil. Eisini hevur útbúgvingin havt við sær, at fleiri vísindaligar greinar eru skrivaðar av lesandi saman við undirvísarum, og at viðkomandi vitan um føroysk viðurskifti sostatt verður tøk á altjóða pallinum.
At Novo Nordisk Grunnurin í sínum grundgevingum júst leggur dent á undirvísingina, fegnast Ása um, tí góð undirvísing hevur stóran týdning akademiskar útbúgvingar, heldur hon:
- Granskingarverkætlanir fáa ofta stuðul og heiðrar, men mann hoyrir minni um, at undirvísarar fáa ein slíkan heiður. Men góð undirvísing er grundarlagið undir akademiskar útbúgvingar, sum eru grundarlagið undir granskarum og granskingarúrslitum, og tí er tað spell, um undirvísingin verður tikin fyri givið og raðfest ov lítð, tí tað hendir sera nógv jaligt á tí økinum, vísir Ása á.
Masterútbúgvingin í heilsuvísindum er tvørfaklig og tekur støði í føroyska samfelagnum, og tað fegnast Ása um. Hon heldur, at tørvur er á, at fleiri fakbólkar arbeiða saman, fyri at styrkja heilsu- og eldraøkið í Føroyum:
- Tað gevur nógv, at masterútbúgvingin er tvørfakligt, tí tað er týdningarmikið, at ymsir fakbólkar læra um fakøkini hjá hvørjum øðrum. Eisini er tað gott, at útbúgvingin tekur støði í føroyska samfelagnum, tí lítið hevur verið granskað í føroyskum heilsuskipanum, sigur Ása.
Úr Afghanistan til eldrarøkt í Føroyum
Ása hevur havt eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðslív innan sjúkrarøkt. Eftir lokna útbúgving í 1982 arbeiddi hon í nógv á sum intensiv sjúkrarøktarfrøðingur í Danmark. Í 1990´unum vildi hon royna okkurt annað, og fór út í heim at arbeiða - fyrst í Saudiarabia og síðani við Danida í Afghanistan. Ása starvaðist í Afghanistan í tíðini eftir at Sovjetsamveldið var farið úr landinum, og áðrenn Taliban veruliga hevði tikið valdið. Aghanistan hevði verið undir kommunistiskari leiðslu og sekulariserað undir kommunismuni, men niðurpínt eftir nógv ár við kríggi millum kommunistiska stýrið og Taliban. Arbeiðsumstøðurnar vóru tí truplar, men arbeiðið sera gevandi, heldur Ása. Komin heim úr Afghanistan fór Ása at starvast sum avloysari á eldraøkinum í Føroyum, og tað dámdi henni sera væl. Men hon legði eisini til merkis nógv viðurskiftir, ið kundu betrast:
- Sum heild, haldi eg, at vit leggja ov lítlan dent á ressursirnar hjá okkara eldru. Tá tú flytur á ein eldrastovn, hvørvur møguleikin í stóran mun fyri at vera aktivur og taka lut í samfelagnum. Men nógv fólk kunnu vera longri heima, fáa tey røttu hjálpina. Tí mugu vit leggja størri dent á fyribyrging og betri hjálp til heimabúgvandi, so tey kunnu hava eitt gott eldralív, heldur Ása.
Eldri eru eitt tilfeingi
Í 2011, sum 59 ára gomul, fór Ása undir at taka eina ph.d innan sosialari gerontologi ella eldrafrøði á Lærda Háskúlanum í Linköping. Hon fekk at vita, at aldurin var ímóti henni, men hon var treisk og helt áfram. Ása hevur serliga arbeitt við kvalitativari gransking innan eldrafrøði, har hon hevur gjørt samrøður heimbúgvandi eldri kring allar Føroyar. Hon heldur, at skal eldraøkið betrast, mugu vit hava eitt enn meira jaligt sýn uppá eldri fólk:
- Netverkið og umhvørvið rundan um eldri fólk, og at fáa tann stuðul, ein metir seg hava tørv á, eru sera týdningarmikil viðurskiftir fyri at fáa eitt gott lív sum eldri. Eisini er tað týdningarmikið att ein fær virðing, fyri tað mann kann - hóast mann ikki orkar tað sama sum fyrr. Og at mann verður biðin, tí eldri hava ressursir, sum ikki verða nýttar, og við tí missur samfelagið nógv, heldur Ása:
- Fólk kunnu vera væl fyri, hóast tey farin um pensiónsaldur, og nógv kunnu halda áfram at arbeiða ella vera virkin á annan hátt, leggur hon aftrat.
Ása heldur eisini, at stuðul og hjálp má verða tøk um alt landið, og at stuðulsskipanirnar mugu taka støði í tí, sum tey eldru sjálvi halda seg hava brúk fyri.
- Tað er neyðugt at arbeiða meira tvørfaklig á eldraøkinum, so fakbólkar samstarva meira og at tilboð verður samskipað betri, heldur Ása.
Ása er vorðin 70 ára gomul, og ætlar sær skjótt at fara at arbeiða niðursett, men hon hevur framvegis nógva orku og áhugamál:
- Eg havi nógv, sum eg fegin vil, so eg fari ikki at keða meg, flennur Ása.
Lurtið eftir allari ssamrøðuni við Ásu Róin, lektara á Deildini fyr heilsu- og sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.