- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skótar er lærdómur fyri lívið

Tað var í 1945, at nakrir ungir menn í Klaksvík tóku stig til og stovnaðu skótalið Magnus Heinasonar, sokallaðu KFUM skótarnir, sum tá bert var fyri dreingir. 20 ár seinni sluppu gentirnar í Klaksvík eisini at verða skótar, tá ið KFUK skótarnir vóru stovnaðir.
- Í dag eru vit eini 120 virknir skótar, bæði gentir og dreingir, so tað stendur heilt væl til hjá skótunum fyri tíðina, sigur Sanna Brandal, skótaleiðari.
Frá fyrstaflokk og restina av lívinum kanst tú verða skóti.
- Eg havi lært nógv av at verða skóti. Gingið nógv í fjøllunum, sum eg nokk annars ikki hevði komið til, lært at binda knútar, kynda bál og at verða saman í einum góðum felagsskapi. Alt nakað, ið eg eri sera glaður fyri í dag, sigur 16 ára gamli Pætur Sundsskarð, sum byrjaði at ganga til skótar sum smádrongur.
Næstu dagarnar fara KFUM og K skótarnir í Klaksvík, at hátíðarhalda, ávíkavist 80 og 65 ára dagin, í Varpinum í Klaksvík. Á skránni er framsýning, afturlítandi søgubrot, legubál, rørsluspøl, sofaprát, postarenning og mangt annað.
Lurta eftir samrøðuni við Sannu og Pætur í Góðan Morgun Føroyar