Sissal kom syngjandi inn í heimin

Sissal kom syngjandi inn í heimin
VIKUGESTURIN: Sjálvsálitið er í topp hjá Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen, sum í løtuni fyrireikar seg til Eurovison í mai. Hon leggur líka í, hvat onnur siga um hana
Sissal er klár til Eurovision
 
05.04.2025 - 13:16

-Tað rakar meg ikki, hvat fólk siga um meg. Tað sigur meira um fólk sjalv, um tey vilja siga okkurt ringt um meg.

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er full í sjálvsáliti. Hon veit, at hon dugir at syngja, og hon veit, at hon verður ein góður lærari, sum hon lesur til. 

Skuldi tað verið nakað, sum kann nerva hana, so er tað, um hon verður misskilt. Hon hevur altíð verið nógv, sum hon málber seg, hon er útvend og sigur sína meining, og tað hevur onkuntíð givið henni okkurt skursl. 

- Eg eri ikki ósikkur um, hvat fólk halda um meg, men eg hati at vera misskilt. Um eg sigi okkurt, sum fær fólk at misskilja meg sum menniskja, so gerist eg kedd.

Stór og sunn
Síðan hon vann danska Melodi grand prixið í mars, hevur hon havt úr at gera við konsertum, samrøðum og fyrireikingum til ta stóru finaluna, sum verður í Basel í Sveis 13.-17. mai. Millum annað er øll uppsetingin og pallsetingin broytt, og hon verður ikki somu klæðum sum seinast. 

Júst klæðini, har hon var í einari svimjudrakt, gjørdi, at hon fekk viðmerkingar á serliga sosialum miðlum um sína útsjónd, men tað nervar ikki hana. Hon vil ikki siga, at hon hevði nakran boðskap, men hon tvíheldur um rættin at trívast í tí kroppinum, tú hevur.

- Tað er ikki soleiðis, at eg havi eina missjón og vil vísa kropspositivitet. Boðaskapurin hjá mær er bara, at man gott kann vera sunn og sterk uttan at vera kløn. Sunnheit er so nógv. Eg eri sunn, sjálvt um eg havi ein stóran kropp, sigur Jóhanna Norðberg Niclasen.

Hon venur nógv, upp til seks ferðir um vikuna, og venjingin gevur henni styrki, bæði kropsliga og kensluliga.

- Venjingin gevur mær eina kenslu av yvirskoti, sunnheit og vælveru. Einaferð hugsaði eg um venjing sum ein máta at tapa meg, tá eg gavst at hugsa um tað, so bleiv venjingin nakað heilt annað.

Ein góður lærari
Mitt í øllum meldrinum, har hon skal umboða kongsríkið Danmark til Eurovision í Basel í Sveis, lesur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen til lærara. 

- Eg havi sjey mánaðir eftir av lesnaðinum, og í løtuni er hon í praktikk. Eg royni at halda út, sigur Sissal, sum býr á Oyrasundskollegiinum við tveimum døtrum, sum eru trý og seks ár. 

Sjálv hevur hon fleiri lærarar, sum hon minnist afturá við takksemi. Hon nevnir Regin Marnersson, Petur Reinert, Maluna Eyðunsdottir og Petur Háberg. Lærarar, sum sóu næmingin og skaptu góð viðurskifti við barnið.

- Eg veit, at eg eri ein góður lærari. Eg eri sjálv øgiliga praktiskt orienterað, ikki serliga akademisk, men eg dugi væl tað menniskjaliga og kensluliga. Tað týdningarmesta hjá einum lærara er relatiónsarbeiði. Tú lærir meira, um tú hevur eina góða relatión. Børnini merkja, um tað er ein lærari, sum vil barninum nakað gott, sigur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen. 

Sang og sang
Sissal kemur ikki frá einum heimi við tónleiki. Hon hevur altíð sungið, og hon hevur altíð fingið stuðul heimanífrá. 

- Eg kom syngjandi inn í heimin gjøgnum pissikonuna hjá mammu.

Ein setningur, sum vísir, hvussu beinleiðis og líkaglað, hon er. Og tað virkar, sum einki kann sláa hana út.

- Mamma hevur altíð sagt, at eg eri sum ein korkproppur. Um eg fari undir, so komi eg altið uppaftur.

13.-17. mai skal hon vísa, hvat hon dugir til, og tá fara 100-tals milliónir at fylgja við. Tað nervar hana ikki stórvegis, men hesaferð væntar hon ikki at vinna.

- Eg havi altíð sagt, at eg fari at vinna. Tað gjørdi eg, tá eg var við til Nósa-prix og var við til ársins songrødd. Tað gjørdi eg eisini, tá eg luttók til Grand Prixið. Nú sigi eg ikki, at eg fari at vinna, sigur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen.

Hoyr alla samrøðuna við Sissal her...

1736164

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948