- Tíðindi, mentan og ítróttur
Venjingardystur í eysturevropa: Hetta er ikki ein ynskistøða

Føroyska manslandsliðið í fótbólti skal á langa ferð undan lykladystinum í HM-undankappingini móti Gibraltar 9. juni. Fótbóltssambandið boðaði í vikuni frá, at Føroyar skulu spæla venjingarlandsdyst móti Georgia í Tblisi 5. juni.
- Tað stutta svarið er, at vit hava selt sjónvarpsrættindini til UEFA. Í avtaluni stendur, at vit skulu spæla 10 landsdystir um árið, og hetta bleiv loysnin hesa ferð, sigur aðalskrivarin í FSF, Kristin Dam Ziska.
Hann vísur á, at øll 55 limalondini hjá UEFA hava skrivað undir somu sjónvarpsavtalu. Avbjóðingin hesa ferð er, at tað eru fimm lond í nøkrum av undankappingarbólkunum, og tað gevur átta dystir um árið. Nú skulu tey londini, sum ikki spæla í undankappingini júst tann leikdagin, finna sær eitt mótstøðulið innanhýsis.
- Um øll londini í Evropa skuldu spæla venjingardystir, so vænti eg, at vit høvdu funnið eina aðra loysn. Vit hava í seinastuni spælt móti Danmark, Norra, Liktinstein og Íslandi. Tað er lond nærri okkum, men hesa ferð eru tað so fá at velja í millum, sigur aðalskrivarin og leggur afturat:
- Hetta er ikki ein ynskistøða. Tað vóru nøkur lond nærri okkum, men tey hava sína millum valt aðrar møguleikar. Georgia hevur boðið at rinda fyri uppihald og ein part av ferðingini, sum ger at vit kunnu skipa heimferðina, so hon órógvar sum minst. Tá vit fingu flutt dystin ein dag fram til 5. juni, so vit hava ein hvílidag fleiri enn Gibraltar, tóku vit av, sigur Kristin Dam Ziska.
Ein fíggjarligur spurningur
Tað hava verið settir spurningar við drúgvu ferðina undan týðandi dystinum móti Gibraltar, men aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum vísur á, at tað er eisini ein fíggjarligur spurningur. Sjónvarpsavtalan við UEFA gav í fjør 25,5 milliónir krónur í inntøkum hjá FSF. Tí er tað ikki ein møguleiki at leypa frá avtaluni og ongan dyst spæla.
- Sendirættindini eru ein triðingur av inntøkunum hjá Fótbóltssambandinum, so hetta er ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá okkum. Eg skilji væl spurningin um valið av Georgia og drúgvu ferðina, men tú skal síggja hetta í einum størri samanhangi. Vit skulu eisini spæla ein venjingardyst í novembur. Eg ivist í, hvussu stórt gagn ítróttarliga hann kemur at geva, men tað er tað, vit hava bundið okkum til, sigur Kristin Dam Ziska.
Føroyar spæla 5. juni venjingardyst móti Georgia í Tblisi, og fýra dagar seinni móti Gibraltar á Tórsvølli. Landsliðið verður úttikið á tíðindafundi í Fótbóltssambandinum 26. mai.