4,5 milliónir krónur eru tøkar at søkja til filmsgerð

4,5 milliónir krónur eru tøkar at søkja til filmsgerð
Nú ber til at søkja um stuðul til filmsgerð. Latið er upp fyri fyrra stuðulsumfari fyri 2024, boðar mentamálaráðið frá
Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, undir hesum hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu
Mynd: úr "Summarnátt"  
 
19.12.2023 - 16:30

Almanna- og mentamálaráðið lýsir við møguleikanum at søkja um stuðul til film í fyrra umfari 2024.

Stuðulin kann veitast til ymsar tættir innan filmsgerð, undir hesum hugskots- og handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu.

Stuðulin kann verða játtaður einstaklingum, bólkum ella feløgum.

Freistin at søkja er 1. februar 2024. 

 

4,5 mió. kr. 

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 eru 4,5 milliónir krónur settar av til endamálið.

Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til endamálið og skulu sendast sum word ella pdf-skjal.

Umsóknarblaðið kann heintast her.

Umsóknir verða at senda til: Almanna- og mentamálaráðið, Eirargarður 2, FO-100 Tórshavn, t-postur: ammr@ammr.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947