
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt stórt herligheitsvirði er farið fyri skeytið á Tvøroyri

Við serstakari jarðfrøði, einum sera vøkrum fjørði og stórslidnum fjøllum og dølum er Tvøroyri, Trongisvágur og Froðba eitt hitt vakrasta økið í Føroyum.
Men við stóru íðnaðarútbyggingunum á havnalagnum á Tvøroyri er eitt stórt herligheitsvirði farið fyri skeytið.
Tað siga Nina Arge, arkitektur, ið eisini hevur eftirútbúgving innan býarskipan, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan.
Sámal Matras Kristiansen skilir eisini støðutakanina á Tvøroyri, tí Suðuroyggin var í einari veikari støðu enn til dømis Havnin, tá ið talan er um arbeiðspláss og skattainntøkur.
Men samstundis vísa bæði Sámal og Nina Arge á, at Tvøroyri og grannabygdirnar hava nógvar møguleikar, tá ið talan er um at skapa tey góðu støðini.
Dømi um nýmótans og væleydnaðan arkitektur eru eisini at finna í økinum, tí fyri fáum árum síðani bygdi Tvøroyrar kommuna ein nýggjan ansingarstovn, sum varð bygdur upp í gomlu Mýrifípuna.
Í Trongisvági trívast Cecilia Nolsøe Sørensen og Jens Rói Sørensen væl nøgd.
"Grannalagið er gott, og børnini hava nógv vinfólk í nærumhvørvinum," siga tey bæði.
Cecilia Nolsøe Sørensen og Jens Rói Sørensen eru eisini væl nøgd við fleiri av tilboðunum í økinum, so sum nýggja biografin í SALT, tiltakið Suðurljóð og at allir borgarar í Tvøroyrar kommunu kunnu svimja ókeypis í svimjihylinum á Tvøroyri.
“Hetta er sikkurt tað, sum kemur tettast upp á eitt heimavirki”, sigur Bjørg av Rana, sum vit hitta í gomlu krambúðini hjá Thomsen.
"Hetta er ein vakur bygningur, samstundis sum talan er um gott handverk og ein tíðarlumma," sigur Nina Arge, arkitektur, um gomlu krambúðina á havnalagnum.
Í karnappinum á Seglloftinum hittu vit Magna Mohr, og hann var ikki í iva: Eitt tiltak sum jólamarknaðurin er øgiliga kul, samstundis sum tiltakið hevur stóran týdning fyri trivnaðin og sostatt eisini fólkaheilsuna.
Borgarstjórin, Kristin Michelsen, sigur, at nú hevur kommunan eitt størri fíggjarligt rásarúm.
Samstundis heldur hann, at Suðuroyartunnilin er avgerandi fyri framtíðina í Suðuroy.
Gløgt er gestsins eyga er táttur, har ið ein tilflytari skrivar og lesur eina hugleiðing, ið viðkomandi hevur skrivað. Og hesa ferð verður tað Lív Næs, ið er úr Fuglafirði og búsitandi á Tvøroyri, ið fær høvið.
Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Kulfaktor Føroya, spurdu vit eisini, hvussu ofta fólk ferðast til Tvøroyrar:
- 3 prosent søgdu dagliga ella fleiri ferðir um vikuna.
- 8,4 prosent søgdu nakrar ferðir um mánaðin.
- 63,4 prosent søgdu eina ferð um árið ella minni.
- 3,8 prosent svaraðu, at tey búgva á Tvøroyri.
- Og 21,4 prosent søgdu, at tey ongantíð ferðaðust til Tvøroyrar.
Hvussu ofta ferðast tú Tvøroyrar? | Everybody | Kvinnur | Menn |
Dagliga ella fleiri ferðir um vikuna | 3,00 % | 2,97 % | 3,03 % |
Nakrar ferðir um mánaðin | 8,40 % | 6,36 % | 10,23 % |
Eina ferð um árið ella minni | 63,40 % | 64,83 % | 62,12 % |
Eg búgvi her | 3,80 % | 4,66 % | 3,03 % |
Ongantíð | 21,40 % | 21,19 % | 21,59 % |
Tú kanst hoyra Kulfaktor Føroya sendingina av Tvøroyri her:
Tú kanst hoyra samrøðuna við Ceciliu Nolsøe Sørensen og Jens Róa Sørensen í fullari longd her:
Tú kanst hoyra samrøðuna við Kristin Michelsen í fullari longd her:
Hvat: Kulfaktor Føroya
Hvar: í útvarpinum
Nær: Týsdagar kl. 17.05