- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Sjóvinnustýrið fingið nýggjar umstøður
Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen
Hátíðardámur á Giljanesi seinnapartin.
Tá var almenn móttøka í nýggja bygninginum hjá Sjóvinustýrinum.
Her er Hanus Mikkelsen, stjóri í Tórshavnar havn, á veg til móttøkuna.
Røður vórðu hildnar, og ymiskar framførslur vóru á skránni.
Eisini var kaffi/te og ábit til mongu gestirnar, ið stukku inn á gólvið.
Millum røðararnar vóru Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, og Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki.
Tað eru ZETA arkitektar, ið hava teknað bygningin, og Búsetur, ið hava bygt.
Sjúrður Holm, stjóri á Búsetur
Tað var fyri tveimum árum síðan, 30. november í 2021, at fyrsta flagið var loyst fyri nýggja bygninginum.
Bygningurin er umleið 800 fermetrar til støddar, og játtanin er 30 milliónir krónur.
Seinastu seks árini hevur Sjóvinnustýrið hildið til í Havn, men er nú flutt aftur til Vágar, har tað politiskt er gjørt av, at tað skal vera.
Í Sjóvinnustýrinum arbeiða 20 starvsfólk.
|