- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki neyðugt við nýggjum byggiloyvi til asfaltverk
Ikki neyðugt við nýggjum byggiloyvi til asfaltverk
Tórshavnar kommuna tekur ikki undir við niðurstøðuni hjá Kommunala eftirlitinum

Tórshavnar kommunan metti ikki, at neyðugt var við nýggjum byggiloyvum, tá ið asfaltverkið skuldi umvælast.
05.12.2023 - 14:28
Tórshavnar kommuna tekur ikki undir við niðurstøðuni hjá Kommunala eftirlitinum, í sambandi við asfaltverkið á Sundi.
Sambært niðurstøðuni átti Tórshavnar kommuna at biðið Landsverk um at senda skrivliga umsókn um byggiloyvi í sambandi við umvæling av asfaltverkinum á Sundi, og átti ikki at havt viðgjørt byggimálið á einum kunnandi fundi.
>>>SÍ EISINI: Kommunala eftirlitið: Tórshavnar kommuna breyt lógina<<<
Men kommunan metti ikki, at neyðugt var við nýggjum byggiloyvum, tá ið asfaltverkið skuldi umvælast, sigur Marius Mu:ller, deildarleiðari á byggimálsdeildini í Tórshavnar kommunu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
05122023_Asfaltverk_og_kommunan
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV