Beautyvarpið: Tveir fuglfirðingar tosa um luktin í heimbýnum

Beautyvarpið: Tveir fuglfirðingar tosa um luktin í heimbýnum
Hesa ferð fær Pól Jóhannus vitjan av barndómsvinkonuni Katrinu.
 
29.11.2023 - 10:53

Katrina Vang er gestur í triðja parti av Beautyvarpinum.

Hon er eisini uppvaksin í Fuglafirði og er vinkona við Pól Jóhannus Toftegaard Larsen.

Fiskalukturin í heimbýnum fær tískil nøkur orð á vegnum.

Tey bæði komu at kennast, tí foreldrini arbeiddu saman. Seinni hava tey bæði sjálvi arbeitt saman.

Í seinastuni eru tey bæði eisini farin at spæla Minecraft saman.

BV_Katrina

Annars, hevur Pól Jóhannus fingið nakrar afturmeldingar frá fólki, sum hava sæð hinar partarnar av Beautyvarpinum.

Fleiri teirra ynskja at fáa fleiri tips um smyrsl.

Hetta hevur Pól Jóhannus tikið til eftirtektar. Eitt ráð er at dubba kremið frá vakurleikasvampinum á húðina heldur enn at toga hann niður eftir húðini.

Tey bæði skifta eisini orð um haldførið av ymisku vørunum, og um at prísur og góðska ikki altíð ganga hond í hond, hvørjum smyrsli viðvíkir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947